AVSPÆL
17. okt 2021
Rói Clementsen

Gull í allar ættir

Betri kvinnur og menn hava tryggjað sær føroyameistaraheitið 2021

Kl 14 í gjár spældu Betri kvinnur sín seinasta dyst í ár, sum tær vunnu 6-0 ímóti AB/B71.

Eftir 21 dystir vann KÍ kappingina við 49 stigum uttan at tapa nakran dyst.

Kvinnurnar fingu handað steypið fyri 21. ferð eftir dystin.

Betri menn spældu ímóti B36 seinni sama kvøld, har teir við einum stigi kundu tryggja sær føroyameistaraheitið.

Dysturin byrjaði illa,og B36 var á odda 0-1 í hálvleikinum. Men í seinna hálvleiki kom vend í, og KÍ vann dystin 3-1.

Síðani var bert eftir at senda fýrverk og staðfesta, at KÍ hevði vunnið FM bæði hjá monnum og kvinnum í ár.

Eftir dystin var opið hús, har fjepparar kundu heilsa upp á okkara leikarar, og nógvir fjepparar nýttu høvið til tað. 

Menninir skulu spæla tríggjar dystir aftrat í ár, áðrenn steypið kemur norður. Fyrsti dystur er longu mikukvøldið í Gundadali ímóti HB kl 18.00.

Seinasti dystur er í Gøtu tann 30. oktober, tá stóra GULL veitslan eisini verður í Badmintonhøllini.

Meira enn 500 atgongumerki eru longu seld. Um tú vilt hava pláss, har leikarar og fjepparar samlast, so er at skunda sær.

Atgongumerki kunnu keypast HER.

Myndirnar eru frá Portal.fo