AVSPÆL
11. okt 2021
Rói Clementsen

KÍ-hópurin hevði hugnadag

Seinasta leygardag hevði besta liðið hugnadag, har hópurin gjørdi ymiskt saman.

Byrjað varð við einum túri til nýumvælda og hugnaliga skótahúsið í Skúvadali. 

Tá hópurin kom aftur til Klaksvíkar, var kappróður á skránni, har hópurin slapp at læna Klaksvíking og Nevið Reyða frá KRF. Hóast áralagið kundi verið betri, so fekk hópurin eina sera stuttliga og góða uppliving á vágni.

Um kvøldið helt hópurin til í Gamla Seglhúsinum, har matur og hugni var á skránni.

KÍ-hópurin takkar Skótaliði Nólsoyar Pálls, Klaksvíkar Róðrarfelag, Gamla Seglhúsinum og døgurðatoyminum í KÍ fyri at verða við til at gera hendan dagin so ómetaliga góðan.