AVSPÆL
10. okt 2021
Súni Clementsen

KÍ kvinnurnar eru føroyameistarar!

Við sigri á B36 í Gundadali í dag, eru okkara kvinnur FM vinnarar 2021.

Hópurin fór til Havnar vælvitandi um, at vinna tær, so eru tær føroyameistarar.

Beint áðrenn hálvleik setti liðskiparin, Sanna Svarvadal, gongd í gullveitsluna, tá hon legði KÍ á odda. Úrslitið helt sær allan dystin, og sostatt vann KÍ 1-0 og kunnu rópa seg meistarar.

Eins og menninir hava KÍ kvinnurnar verið framúr í ársins útgávu av Betri Deildini. Nú tað restar ein dystur í, hava klaksvíkingar framvegis ikki tapt ein dyst. Eisini er málúrtøkan framúr við heili 60 málum fyri og einans 13 mál ímóti.

Seinasti dysturin verður í Klaksvík komandi leygardag, tá AB/B71 vitja.
Eftir dystin verða gullkrónurnar og FM steypið handað.

Vit ynskja raska hópinum hjartaliga tillukku við 21. meistaraheitinum.

Enn eru tøk pláss til gullveitsluna hjá KÍ, sum verður í badmintonhøllini leygarkvøldið 30. oktober.
Keyp atgongumerki til veitsluna HER

Koyr á KÍ!