AVSPÆL
06. okt 2021
Rói Clementsen

Jesper Brinck í 2022!

KÍ og Jesper hava longt sáttmálan til komandi kappingarár.

32 ára gamli danin kom úr danska Brabrand til KÍ undan kappingarbyrjan 2019.

Jesper hevur leikt 86 dystir fyri KÍ har hann byrjaði við at spæla í miðverjuni men spælir fyri tað mesta sum vinstri bakkur í dag.

Jesper hevur havt liðskiparabandið á ein dyst í ár og kemur eisini at verða partur av liðskiparabólkinum komandi ár.

Vit ynskja Jesper Brinck framhaldandi bestu eydnu í KÍ!