AVSPÆL
05. okt 2021
Rói Clementsen

Sølan er byrjað

Nú kanst tú ogna tær atgongumerki til ársins veitslu!

Klaksvíkar Ítróttarfelag skipar aftur fyri ársveitslu, eftir at eingin veitsla var í fjør.Veitslan verður í Badmintonhøllini leygarkvøldið 30. oktober, og í løtuni fyrireikar ein bólkur veitsluna.

Vegna koronu var eingin ársveitsla í fjør, og tí spílar felagið seg veruliga út við eini rimmar veitslu í ár. Síðsta leygarkvøldið í oktober lata dyrnar til Badmintonhøllina upp fyri glaðum fólki í veitsluhýri, har eingin annar enn heimskendi, argjamaðurin, Tróndur Arge, býður vælkomin og leiðir borðhaldið, meðan Árni Müller og hansara Gepetto borðreiða við leskiligari matskrá við trimum rættum.

Undir borðhaldinum verða gestarøðari og undirhald, eins og ársins leikarar hjá kvinnum og monnum skulu heiðrast. Og tá øll eru mett og vælsett, ræður um at finna dansiskógvarnar fram, tí tá taka dansibólkurin, Fourmenn og DJ-Cool yvir og seta lív í dansigólvið.

Atgongumerki kunnu keypast HER.