AVSPÆL
04. okt 2021
Rói Clementsen

Atgongumerkjasølan byrjar týsdagin kl. 17

Eins og undanfarin ár verður stór KÍ veitsla í badmintonhøllini.

Seinasta veitslan var í 2019. Tá vóru øll atgongumerkini seld, og vænta vit tí eisini, at veitslan 2021 verður útseld heilt skjótt.

Tað er avmarkað pláss til borðs, og tí heita vit á øll, sum vilja sleppa í veitslu, um at keypa sær atgongumerki beinanvegin, tá sølan byrjar í morgin, týsdagin kl 17.

Sølan verður á atgongumerki.fo, og lýsa vit her á heimasíðu okkara.

Veitslan verður tann 30. oktober kl. 20.00.