AVSPÆL
21. sep 2021
Rói Clementsen

Árni KÍ´ari til 2024

Álopsleikarin, sum kom til KÍ í vár, og sum hevur verið ein av teimum mest eyðsýndu í bestu mansdeildini, hevur nú longt samstarvið við KÍ. Fyribils trý tey næstu árini.

-  Við Árna Frederiksberg hava vit komandi árini tryggjað okkum ein nærlagdan og sera ágrýtnan leikara.  Higartil í ár hevur hann serliga ofta verið við í teimum mongu málunum, sum viðleikararnir hava sett í kassan.

-  Vit í KÍ leiðsluni fegnast um samstarvið og ynskja Árna bestu eydnu komandi árini.