AVSPÆL
17. sep 2021
Oddur Olsen

U17 dreingir spæla steypafinalu ídag

Kl 17:30 ídag skulu okkara U17 dreingir spæla finalu í steypakappingini

Hetta er ein endurtøka av U15 finaluni í 2019. Tá okkara vunnu 4-2 eftir longda leiktíð. So spennandi verður tá hesi lið aftur møtast.

Dreingirnir vóna at so nógv sum gjørligt, kunnu koma suður at heppa og fjeppa í kongabláum litið. 

Finalan byrjar kl 17:30. Og hjá teimum sum ikki hava møguleika at koma suður, fáa møguleikan at hyggja eftir finaluni á Rás1

Bestu eydnu og drívi á.