AVSPÆL
27. aug 2021
Súni Clementsen

Klaksvíkingar tevja gull!

Í dag vitjar NSÍ í Klaksvík, í ársins seinastu uppgerð ímillum hesi bæði feløgini. Tá KÍ og NSÍ møtast, er tað altíð undirhald fyri áskoðaran.

KÍ er flúgvandi í ár, har teir framvegis hava fyrsta ósigurin tilgóðar. Einasti tapti dysturin var tó júst ímóti NSÍ í Klaksvík, í steypadysti fyrr í ár. Oddaliðið, KÍ, hevur 21 stig fleiri enn NSÍ á 5. plássinum, hóast NSÍ hava leikt ein dyst meira enn KÍ.

Hjá NSÍ hevur kappingin ikki hilnast sum vónað og væntað, har teir einans hava vunnið ein útav seinastu fimm dystunum. Missurin av Petur Knudsen hevur óivað lagt síni spor, og er tað viðvirkandi til at tað ikki hevur koyrt eins væl og væntað í seinastuni. Somuleiðis hevur málrevurin, Klæmint A. Olsen, ikki verið eins vandamikil og undanfarin kappingarár.

Lagt er upp til eitt spennandi og undirhaldandi brak av einum dysti, sum Eiler Rasmussen bríkslar í gongd kl. 18.00.

Góðan dyst øll somul!