AVSPÆL
22. aug 2021
Súni Clementsen

Endaspurturin byrjar!

Í dag seta vit hol á síðsta triðingin av ársins útgávu av Betri Deildini, tá aldursforsetin, TB, vitjar í Klaksvík.

Við sigri á HB mikukvøldið legði KÍ seg í eina gylta støðu. Nú eru heili 10 stig niður til Víking á øðrum plássi.

Fleiri vilja verða við, at KÍ longu er føroyameistari 2021, men enn kann nógv henda, tí tað resta framvegis 9 dystir í.

Gestirnir úr TB liggja hinvegin á 10. og aftasta plássi í deildini, har teir framvegis hava fyrsta sigurin tilgóðar. Tvørámenn hava í ár einans megnað at vinna sær tvey stig.

Ímeðan TB hevur fyrsta sigurin tilgóðar, hevur KÍ fyrsta ósigurin tilgóðar. Klaksvíkingar hava leikt 18 dystir, vunnið 16 og leikt tveir javnleikir.

Annað kann ikki sigast enn, at KÍ er risa favorittur til dystin, tá nummar 1 fær vitjan av nummar 10 á heimavølli.
KÍ spælir uttan liðskiparan, Jákup B. Andreasen, og TB uttan Filip Djordjevic, báðir hava leikbann vegna ov mong gul kort.

Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 15.00.

Góðan dyst øll somul!