AVSPÆL
27. jul 2021
Rói Clementsen

Elisabet og KÍ leingja samstarvið

KÍ setti undan hesum kappingarárinum Elisabet Vang í starv sum fysiskur venjari hjá Betri Monnum.

Ikki kann sigast annað, enn at tað var ein góð avgerð. Bæði leikarar, venjarar og nevnd eru sera væl nøgd við tað arbeiðið, Elisabet hevur gjørt.

Tískil hevur KÍ ynskt at leingja sáttmálan við Elisabet, og tað hevur eydnast.

Vit fara at víðka um samstarvið, har Elisabet frameftir kemur at ráðgeva um kost og fysiska venjing í Akademinum og hjá Betri Kvinnum. Hetta hevur við sær, at Elisabet kemur at vera í fulltíðarstarvi hjá KÍ.

Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2022.

Vit ynskja Elisabet góða eydnu víðari í sínum starvi hjá KÍ.