AVSPÆL
15. jul 2021
Súni Clementsen

Upptakt // Við Djúpumýru fyri fyrstu ferð!

KÍ skal fyri fyrstu ferð spæla evropeiskan dyst á heimavølli í Klaksvík. Vøllurin í Klaksvík er hin fjórði føroyski leikvøllurin, sum gerst UEFA góðkendur. Ovari vøllur í Gundadali, Tórsvøllur og vøllurin á Svangaskarði eru hinir góðkendu vøllirnir, sum KÍ fyrr hevur lánt til heimadystir í evropeiskum dystum.

Gestirnir eru FK RFS úr Riga í Lettlandi, sum hava lagt nógva orku í at gerast eitt toppfelag í Lettlandi. RFS liggja í løtuni greitt á odda í heimligu deildini í Lettlandi.

KÍ er somuleiðis greitt oddalið í føroysku Betri Deildini, og hava víst styrki í evropeiskum samanhangi tey seinstu trý árini, tá KÍ hevur spælt seg víðari hvørt ár.

Fyrri dysturin varð leiktur í Riga fyri viku síðani. KÍ tók veddingafyritøkurnar á bóli og vann dystin 3-2. RFS vóru mettir at vera greiðir favorittar, men tað løgdu Mikkjal og hansara menn lítið í. Av tí at UEFA hevur til hetta kappingarárið avtikið regluna um útivallarmál, skal RFS einans vinna við einum máli fyri at fáa longda leiktíð og eina møguliga brotssparkskapping.

Lettiskur felagsfótbóltur liggur í løtuni nummar 40 á UEFA styrkilistanum, og føroyskur fótbóltur nummar 47.

Skal KÍ megna enn eitt evropeiskt ævintýr, er neyðugt við stuðli frá klaksvíkingum og føroyskum fótbólti sum heild! Vøllurin við Djúpumýru verður so fullsettur sum koronatilmælini loyva, til fyrsta altjóða dyst hjá KÍ í Klaksvík!

Koyr á KÍ og góðan dyst øll somul!