AVSPÆL
15. jul 2021
Rói Clementsen

Vegleiðing // Soleiðis finnur tú títt sitipláss

Økið er býtt upp í bólkar, og bólkarnir hoyra til ávísar inngongdir. Tú skalt fara inn ígjøgnum inngongdina, har tín bólkur er frámerktur á kortinum.

Á atgongumerkinum sæst í hvørjum bólki, tú hevur pláss. Legg tær í geyma, hvar tín bólkur er.

Bólkur B er bláa skýlið, og bólkarnir D, E, G og H er skýlið aftan fyri málið. Allir hesir bólkar hava inngongd við vegin inn eftir Jógvan Waagsteinsgøtu, har hegn er sett upp. Eftir, at tú ert komin inn á øki, skalt tú fara inn í tín bólk.

Bólkur J er eystari partur av gamla skýlinum.

Bólkur K og L eru vestari partur av gamla skýlinum.

Hetta er ein altjóða dystur, og tí eru reglurnar strangari enn í Betri-deildini, og minnist til, ongi standipláss eru. 

Sí kort niðanfyri, har tú kanst kunna teg um, hvar tín inngongd er: