AVSPÆL
14. jul 2021
Súni Clementsen

Tíðindafundur undan dystinum KÍ - RFS Q1 UECL

Í kvøld hevur tíðindafundur verið við Djúpumýru.

Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari og Jákup B. Andreasen, liðformaður, vóru við á tíðindafundinum í kvøld, har miðlafólk sótu klár at seta spurningar.

Báðir vóru teir bjartskygdir um torføru uppgávuna, sum bíðar við Djúpumýru í annaðkvøld, tá KÍ á fyrsta sinni spælir evropeiskan dyst í Klaksvík.

Síggj tíðindafundin í fullari longd HER.