AVSPÆL
02. jul 2021
Rói Clementsen

Lutakast í CL hja kvinnum

Vit koma at møta Breiðablik úr Íslandi í hálvfinaluni í bólki 1 í Champions League.

Leikt verður í eini mini-kapping, har vinnarin síðani skal spæla finalu um at sleppa í 2. umfar.

FC Gintra úr Litava verður vertur fyri allar dystirnar í hesum bólki, har fýra lið eru.

Hini liðini eru Flora Tallinn úr Estlandi og FC Gintra úr Litava.

Dystirnir verða 18. og 21. august.