AVSPÆL
02. jul 2021
Rói Clementsen

ÚTSELT!

KÍ hevur í dag selt atgongumerkir til fyrsta evropeiska dystin í Klaksvík.

Sigast kann ikki annað enn at fólk ynskja at síggja KÍ spæla dyst ímóti RFS úr Letlandi.

Tað var øgiligur gravgangur eftir atgongumerkjum tá sølan lat upp kl. 16 og eftir 3 min. var alt umbiði. Nakrar tekniskar rættingar gjørdu at vit máttu bíða við at selja baksíðuna aftan fyri máli, har tað verður bygt nú.

Men so skjótt hon var leysgivin var hon líka skjótt seld.

Møguliga tað koma fleiri atgongumerkir til sølu og koma vit at kunnað um tað í komandi viku.

Annars kunnu vit sissa øll tey sum ikki fáa atgongumerki við at dysturin verður vístur í Televarpinum.