AVSPÆL
02. jul 2021
Rói Clementsen

Atgongumerkjasølan er byrjað!

KÍ skal spæla Conference League á heimavølli tann 15. juli kl 19.

Øll atgongumerki vera seld í forsølu á heimasíðu okkara. Fyri at sláa fast so verður eingin søla við dyrnar.

Tað vera bert sitipláss og verður møguligt at velja í hvørjum blokki og hvørjari rekkju ein ynskir at sita.

Vegna Covid-19 og frástøðu, leggur skipanin sjálvvirkið tvey tóm pláss á hvørjari síðu av hvørjari bóking. Um tit ynskja at sita saman skulu tit tískil bóka atgongumerkini saman í eini bílegging.

Av tí sama vera ikki so nógv atgongumerki seld. Vit vænta at kunna selja áleið 700-800 atgongumerkir og tí vænta vit eisini at tey vera skjótt útseld.

Hava tit ikki førleikar til at keypa atgongumerki á netinum, viðmæla vit tykkum at fáa onkran at hjálpa við hesum.

Atgongumerkjasølan byrjar kl 16 og keypast kann HER.