AVSPÆL
01. jul 2021

KÍ fingið nýggja heimasíðu

Í hálvtannað ár hevur KÍ arbeitt við eini nýggjari og flottari heimasíðu saman við Qodio á Strondum.

Ætlanin við heimasíðuni er at geva fjepparunum viðkomandi kunning um felagið, lið og leikarar. Hetta vildu vit gera á ein hátt, sum er á altjóða stigi bæði í snið og funktión, sigur Rói Clementsen, sum hevur staðið á odda fyri arbeiðinum.

Heimasíðan er serlig á tann hátt, at vit hava knýtt síðuna at hagtalsskipanum, sum geva fjepparunum beinleiðis hagtøl um lið og leikarar hjá Betri monnum, Betri kvinnum og 1. deild monnum.

Vit vildu eisini at gera kunningina til foreldur og leikarar í KÍ akademinum so greiða sum gjørligt. Hvør árgangur hevur fingið sína egnu síðu, har viðkomandi kunning um venjarar, venjingartíðir og dystir eru at finna.

Vit vóna, at øll taka væl ímóti nýggju heimasíðuni hjá KÍ, og vilja vit takka Qodio fyri sera gott samstarv.