AVSPÆL
24. jun 2021

KÍ fjepparar sleppa ikki við til Riga

Vit hava fingið kunning frá UEFA um at KÍ fjepparar ikki sleppa inn á stadion at hyggja eftir dystinum FK RFS - KÍ.

KÍ skal spæa fyrsta dystin í UECL Q1 í Riga tann 8 juli ímóti FK RFS. Vanliga eru nógvir fjepparar við til slíkar dystir sum er sera hugnaligt. Somuleiðis er tað eisini sera umráðandi at okkara leikarar føla stuðul á útivølli.

Men vegna korona hevur tað ikki verið møguligt at hava áskoðarar í fjør og í ár verður tað heldur ikki møguligt sambart leiðreglunum hjá UEFA. Hesar siga at bert heimaáskoðarar sleppa inn á stadion til dystir í Conference League.

Fyrr í dag kom váttan frá UEFA um at KÍ sleppur at spæla heimadystin við Djúpumýru og tískil verður møguligt hjá áskoðarum at síggja KÍ spæla UECL í ár.