AVSPÆL
23. jun 2021

Mikkjal er okkara!

Okkara høvuðsvenjari, Mikkjal Thomassen, hevur skrivað nýggjan langtíðarsáttmála, galdandi til og við kappingarárið 2025.

Sunnukvøldið 26. oktober 2014, var eitt lagnukvøld fyri KÍ og Klaksvík sum heild. Hetta kvøldið skrivaði Mikkjal Thomassen undir fyrsta sáttmálan við KÍ. Málið var greitt, KÍ skuldi kappast í oddinum hvørt ár. Hetta má sigast at verða væleydnað, tí seinastu fimm árini er liðið hjá Mikkjal endað í topp fýra, sum gevur rætt at luttaka í evropeiskum fótbólti.

Hæddarpunktini eru steypafinalan í 2016, FM finalan í 2019 og Europa League playoff í 2020.

KÍ hevur spælt seg víðari í evropa hvørt ár síðan 2018, einasta undantak er í 2017 ímóti AIK.

Góðu avrikini í evropa hava vunnið felagnum stórar peningaupphæddir sum hava gjørt tað møguligt at gera íløgur í felganum og tryggja góðar karmar í framtíðini. Eitt nú vóru 1,5 mió kr. settar í eitt framsøkið fótbólts akademi fyrr í ár. Akademiið skal tryggja bestu karmar og venjing til okkara ungu leikarar soleiðis at vit kunnu fáa enn fleiri topp leikarar upp á okkara besta lið.

Vit ynskja Mikkjal tillukku við sáttmálanum og framhaldandi góða eydnu í KÍ.