 
			
			
				 
			
			
		
									15. jun 2021								
	
																Lutakast í UECL hevur verið í dag
KÍ trekti FK RFS úr Lettlandi í fyrstu rundu.
FK RFS hoyra heima í høvuðsstaðnum Riga í Lettlandi og eru í løtuni oddalið í Lettlendsku deildini.
KÍ skal til Riga at spæla fyrsta dystin tann 8 juli og síðani verður seinni dysturin við Djúpumýru tann 15 juli.
Lutakast um hvønn KÍ kann møta í 2. rundu verður í morgin.
 
					
										 
													 
														 
														 
														 
														 
														 
														