AVSPÆL
28. mai 2021

Koronatiltøk í KÍ

Leiðreglur í samband við dystir hjá ungum og børnum í Klaksvík.

- Skiftingarrúmini verða ikki tøk til dystirnar í barna og ungdómsdeildina. Skiftið heima!

- Leikari hevur sín egna drekkidunk við til dyst.

- Leikarar heilsast ikki við lógvataki áðrenn og aftaná dyst.

- Allir leikarar, venjarar/hjálparfólk og dómarar skulu vaska/spritta hendur áðrenn og aftaná dyst.

- Tá kappingar eru, kunnu í mesta lagi 100 fólk verða á einum heilum vølli samstundis.

- Foreldur / áskoðarar skulu í størst møguligan mun verða uttanfyri girðingina

---------------------------------------------------

Koronatiltøk í KÍ

Leiðreglur í sambandi við dystir hjá vaksnum:

- Um skiftingarrúm verður nýtt til fleiri ymisk lið sama dag, skal rúmið vaskast/sprittast í millum dystirnar.
- Er felagsfundur áðrenn dyst, er loyvt at samla allan hópin í stórum høli, í minsta lagi 1 metur ímillum hvønn
leikara.
- Leikari hevur sín egna drekkidunk við til dyst.
- Leikarar heilsast ikki við lógvataki áðrenn og aftaná dyst
- Allir leikarar, venjarar/hjálparfólk, dómarar og bóltdreingir/gentur skulu vaska/spritta hendur áðrenn og
aftaná dyst
Heitt verður staðiliga á feløgini um at fylgja hesum tilmæli!

Klaksvíkar Ítrottafelag