AVSPÆL
10. mai 2021

KÍ harmast um álvarsligan skaða

Í dystinum KÍ - AB/B71 kvinnur fekk ein leikari hjá AB/B71 skaða av eini roynd hjá KÍ leikara at vinna bóltin.

 

Í KÍ eru vit hørm um allar keðiligar og óhepnar hendingar á vøllinum. Í hesum føri rakti ein keðiligur skaði AB/B71-leikara, og vit eru øll sera hørm hennara vegna.

Í fótbólti henda nógvir skaðar ígjøgnum eitt kappingarár, bæði hjá monnum og kvinnum. Hendan hendingin, sum hevur verið nógv uppi og vent, var ein av teimum heilt keðiligu, og tí vil KÍ alment ynskja leikaranum, sum fekk skaða, góðan báta.