AVSPÆL
01. mar 2021

Morgunvenjing kunning!

Mánadagin 8. mars byrjar KÍ-akademiið við morgunvenjing áðrenn skúlatíð.

Endamálið við morgunvenjing er, at bjóða okkara leikarum meira kvalitetsvenjing. KÍ ynskir at tryggja, at allir leikarar fáa eina fótbóltsútbúgving á høgum stigi, so okkara leikarar menna seg bæði leikliga og menniskjansliga. Tveir venjarar vera til hvørja morgunvenjing.

Venjingin verður kl. 0700-0745, Eftir venjingina skulu leikarar í brúsu. KÍ-akademiið syrgir fyri, at leikararnir fáa eina tvíflís í hondina á veg í skúla.

  • Manadag 0700-0745 dr.U13 & ge.15/ge.18
  • Týsdag 0700-0745 dr.U15 & dr.U17
  • Hósdag 0700-0734 dr.U15 & dr.U17

GG: 
Hesar fyrstu morgunvenjingarnar eru skipaðar sum ein royndartíð, og tí kunnu vit rokna við tillagingum. Lukkast royndartíðin væl, so bjóðar KÍ væntandi fleiri morgunvenjingar við fleiri liðum. Kunning um hetta kemur leypandi. Umráðandi er at siga, at morgunvenjingin er ikki eitt eykað tilboð, ið leikarar hjá KÍ kunnu velja til og frá. Leikarar hjá KÍ skulu møta til hvørja venjing.


Glenn Ståhl
Akademi Chef