AVSPÆL
16. okt 2020

FM dystur hjá KÍ kvinnum

Leygardagin skulu KÍ kvinnurnar spæla seinasta dystin í Betri Deildini 2020 ímóti B36 við Djúpumýru.

 

Kvinnurnar hava longu nú tryggja sær føroyameistaraheitið 2020, tískil verður talan um eina FM veitslu við Djúpumýru leygardagin kl. 15.15.

Vit vóna at allir KÍ fjepparar koma at hátíðarhalda okkara fantastisku kvinnum sum veruliga hava víst sítt virðið í ár.

FSF handar KÍ kvinnunum steyp og heiðursmerkir eftir dystin. Eisini kemur borgarstjórin, Jógvan Skorheim, og forkvinnan í mentanarnevndini, Signild V. Johannesen, at siga nøkur orð.

Klaksvíkar Kommuna bjóðar kaffi og okkurt søtt til bæði vaksin og børn.

Dysturin byrjar kl. 15.15.