AVSPÆL
09. des 2025

Dávid frá KÍ til B36

Avtala er gjørd millum KÍ og B36, ið ber við sær at Dávid Biskopstø Andreasen framyvir skal leika fyri B36.

Dávid Biskopstø Andreasen hevur sambært Faroesoccer luttikið 46 dystum Betrideildini, 6 í kappingini um løgmanssteypið síðan 2021 og gjørt 6 mál.

Dávid hevur víst ynski um at sleppa til annað felag, í strembanini eftir meiri leiktíð, og tískil er avtala gjørd millum partarnar, at hann flytur til B36.

KÍ takkar Dávid fyri tíðina í KÍ, og ítróttaliga íkastið, hann hevur givið felagnum.

Vit ynskja Dávid bestu eydnu framyvir.