01. sep 2024
Upptakt: KÍ - Skála
Í dag leika KÍ og Skála við Djúpumýrar klokkan 15:00.
Í dag skal KÍ reisa seg eftir tapið í Finlandi ímóti HJK Helsinki. Kappingin um annað plássið er víðopið eftir at HB óvænta tapti ímóti ÍF og kann KÍ við sigri koma ájavnt við HB um annað plássið - og hava ein dyst til góðar.
Ivasamt er um hvussu støðan er við leikarum til dagsins dyst. Cedric Yambere hevur takkað fyri seg við KÍ. Jonn Johannesen darvast við skaða - og Odmar og Heini spældu báðir ein hálvleik í Finlandi.
Sum sagt, so hevur KÍ nógv at spæla fyri, hóast kappingin um meistaraheitið er avgjørt - so er annað plássið eitt plástur á sárið.