

Endiliga Champions League fótbóltur við Djúpumýrar
Í kvøld bresta KÍ og Differdange saman í fyrsta umfarið í Champions League.
Veðurlíkindini eru framúr í dag og umstøðurnar kundu ikki verið betri, tá ið KÍ og Differdange møtast til dyst í kvøld.
KÍ er á kós til at finna samanspæli aftur. Nýggju leikarnir hava follið væl til og hópurin byrjar at mennast. Einki er at ivast í, at í landskappingini hevur ikki hildnast eins og undanfarin ár, men í løtuni er gongdin við at gerast betri og tað tykist sum at mann hevur funnið eitt felagsstev ímillum leikarar og venjara.
Í kvøld er talvan viska rein - og vit droyma um enn eitt gott evropeiskt ævintýr sum skal byrja í dag. Vónirnar undan dystunum eru góðar. Venjaratoymið var og eygleiddi mótstøðuliðið í vikuni og megnaðu at fáa fínar analysur av teimum.
Á listanum hjá KÍ vera nøkur nøvn sum vit hava saknað í leikarahópinum - nú tá ið Odmar, Heini, Hallur, Mads og Jonn við øðrum eru aftur at síggja á leikvøllinum.
Rómurin rundanum KÍ er góður í løtuni, og tað sæst í býnum at fjøldin fer at gera sítt til at hjálpa okkara monnum til sigurs í kvøld í góðveðrinum.
Vónandi møta vit øll upp í bláum og hvítum og uppliva enn ein góðan heimadyst í Champions League.