AVSPÆL
15. apr 2023
Súni Clementsen

Upptakt // Stórdystur í Klaksvík

Ársins fyrsti stórdystur er á skránni, tá Víkingur vitjar við Djúpumýru sunnudagin

KÍ greiddi sína skyldu á Argjum í vikuni, tá Klaksvíkingar fóru norð aftur við einum 2-0 sigri. Umfarið mikukvøldið hevði við sær, at KÍ nú er einsamalt oddalið við fullum stigatali. Serliga óvæntað var, at HB misti stig í Trongisvági. KÍ hevur við 12 útav 12 møguligum stigum og eina málúrtøku uppá 13-2 hita væl upp til sín fyrsta stórdyst í ár.

Hjá Víkingi hevur kappingarbyrjanin verið heldur óstøðug. Kappingin byrjaði í Sarpugerði, har teir taptu greitt 0-3 fyri B36. Síðan varð svarað aftur við einum 7-0 stórsigri á TB. Í triðja dystinum vunnu gøtumenn ein tepran 1-0 sigur í Fuglafirði við einum málið í evstu løtu. Mikukvøldið vóru Víkingar á Svangaskarði har liðini samdust um ein 3-3 javnleik. Víkingur liggur í løtuni á 4. plássi við 7 stigum.

Víkingur seldu í vetur miðvallaran við stóra talentinum, Noah Mneney, til Noregs, og í farnu viku seldu teir landsliðsmiðverjan Gunnar Vatnhamar til Íslands. Hesir leikarir hava havt stóran týdning fyri Víking, og uttan styrk í teirra stað, so sær Víkingur eitt vet veikari út í ár enn undanfarna kappingarár, tá Víkingur bleiv nummar 2 og vann kappingina um Løgmanssteypið.

Flestu serfrøðingar vænta, at hesi bæði liðini, saman við HB, koma at kappast um ársins FM heitið. Lagt er tí upp til eitt oddabrak, sum Jóhan Hendrik Ellefsen bríkslar í gongd sunnudagin kl. 15.

Góðan dyst øll somul!