AVSPÆL
11. aug 2022

Sølubásurin verður opin á Tórsvølli

Tá omanfyri 1.300 áskoðarar koma á Tórsvøll í kvøld, verður møguligt at keypa sær mat og drekka.

Sølubásurin verður latin upp á Tórsvølli og tað kemur at gera upplivingina enn betri.

Vit hava hitt Róa Clementsen, sum er nevndarlimur í KÍ og tekur sær dagliga av sølu hjá felagnum:

Tá ein fer til dyst uttanlanda ella til landsdyst her í Føroyum, so er tað ein stórur partur av heildarupplivingini, at ein kann fáa okkurt til matna og gott at drekka. Hetta hava vit arbeitt leingi við at útvega við Djúpumýru. Vit hava nú keypt grillútgerð og fara at royna hana á Tórsvølli í kvøld.

Vit koma at selja franskar hotdogs, sodavatn, sunkist, kaffi, kips, bomm og sjokolátu, umframt at vit hava eina barr frá Føroya Bjór har øl og cider verður at fáa.

Tað verða tær vældámdu kaffikonurnar, sum vit kenna frá Djúpumýru, sum koma at servera fyri øllum okkara fjepparum. Vónandi taka tit væl ímóti hesum tilboðnum og fáa eina góða fótbóltsuppliving á tjóðarleikvølli okkara.