AVSPÆL
08. aug 2022
Regin Sivertsen

Mikkjal: Stuðul frá áskoðarunum kann flyta fjøll

Málsetningurin er greiður, KÍ skal vinna við meiri enn einum máli fyri at vinna seg víðari til playoff dystirnar.

Vit hava einaferð áður spælt triðja umfar í  evropeiskari kapping á Tórsvølli, men tá vóru bert nøkur fá, sum kundu hyggja frá áskoðaraplássunum, vegna koronastøðuna - tá vit vunnu 6-1 á Dinamo Tbilisi.

Hóskvøldi er støðan tó ein onnur. Vit ØLL kunnu stuðla okkara liði til sigurs á Tórsvølli.

Høvuðsvenjarin, Mikkjal Thomassen er greiður, tá ið hann sigur við KÍ heimasíðuna, at hann gleðir seg ómetaliga nógv til luttøkuna, og at vit hava alt at spæla fyri hóskvøldið.

Ballkani er eitt sterkt lið, ið megnaði at straffa okkum upp á okkara feilir í fyrra hálvleiki - út á seinna hálvleik riggar okkara upplegg til fulnar, og fáa vit gagnnýtt nakrar av veikleikunum hjá Ballkani og fáa hálað tvey mál inn á teir.

Vit hava áður staðið í hesari støðuni, at vit hava tørv á stuðli uttan fyri síðulinjurnar. Serliga minnast vit steypafinaluna í 2016, har stuðulin fyri fyrstu ferð í míni tíð sum venjari í KÍ var í heimsflokki, og so eisini FM finalan í 2019, sum verður ongantíð gloymd. Vit vóna at fáa tílíkan stuðul hóskvøldið - tí hetta kann geva leikarunum ómetaliga nógv í stríðnum um víðari luttøku - sigur Mikkjal Thomassen at enda.

Atgongumerki kunnu keypast við at TRÝSTA HER!

Koyr á KÍ!