

UPPTAKT // Champions League við Djúpumýru!
Eftir tógvið stríð fáa vit endiliga Champions League dyst í Klaksvík. Fyrsti Champions League dystur skuldi verða, tá Slovan Bratislava vitjaði í 2020. Sum flestum kunnugt vann KÍ uttan dyst, tí slovakar høvdu korona í hópinum.
KÍ trekti í ár Bodø/Glimt, sum flest øll mettu at verða sterkasta liðið í bólkinum. Gestirnir, sum hava vunnið norsku deildina seinastu tvey árini, komu í fjórðingsfinaluna í UEFA Conference League kappingini í farna kappingarárinum. Á vegnum vunnu teir tvær ferðir á AS Roma, sum tó endaði við at vinna kappingina.
KÍ fór til Norðurnoregs í farnu viku við eini vón um at gera ein vørr og halda uppgerðini livandi til heimadystin. Normenninir vístu seg tó at verða effektivir, og fór KÍ heim aftur við einum 3-0 ósigri. Hetta merkir at KÍ skal vinna við trimum fyri at fáa longda leiktíð. Útivallarmál telja ikki longur meira enn heimavallarmál.
Vit koma ikki uttanum, at Bodø/Glimt er stórfavorittur at koma víðari samanlagt, men skal KÍ gera seg galdandi í evropeiskum fótbólti, so skulu teir til at vísa seg fram.
Vinnarin samanlagt í hesari uppgerðini skal til Wales ella Norður Írlands ímeðan taparin skal til Montenegro at kappast víðari í Conference League kappingini.
Fótbóltsføroyar vóna sjálvandi, at KÍ stendur eftir sum samanlagdur vinnari.
Góðan dyst øll somul!