AVSPÆL
30. jun 2022
Regin Sivertsen

Vælafturkomin, Jóannes Danielsen!

Jóannes Danielsen er aftur bláur, eftir stuttan steðg í Danmark, og hevur skrivað undir sáttmála við KÍ inntil kappingarenda í 2024.

Fyrsti dysturin hann umboðaði besta liðið hjá KÍ, var í 2015, síðani tá eru tað blivnir til 157 dystir, 12 mál og ein rúgvu av uppleggum. Eftir útlegd í Næstved er hann so komin heim aftur, og gleða vit at síggja hann aftur í bláa búnanum. 

Mikkjal Thomassen sigur við ki.fo, at tað var ein smeitur fyri KÍ, at ein leikari við evnunum hjá Jóannesi fór undan hesum kappingarárinum, og tí frøist hann um at Jóannes velur at flyta heimaftur - og Mikkjal metir at Jóannes enn kann mennast sum fótbóltsleikari, og blíva enn betur.

Jóannes Danielsen er avgjørt ein styrkur at fáa inn á KÍ hópin, og gleða vit okkum at síggja hann aftur í leiki fyri okkum. 

Hjartaliga til lukku við sáttmálanum, og vælafturkomin!