AVSPÆL
24. jun 2022
Rói Clementsen

Atgongumerkjasølan byrjar kl. 18 í kvøld

KÍ skal spæla Champions League á heimavølli tann 12. juli kl 19 ímóti norsku meistarunum Bodø Glimt.

Øll atgongumerki vera seld í forsølu á heimasíðu okkara. Fyri at sláa fast so verður eingin søla við dyrnar. Tað vera bert sitipláss og verður møguligt at velja í hvørjum blokki og hvørjari rekkju ein ynskir at sita.

Í fjør vóru øll atgongumerkini seld eftir fáum minuttum og tí heita vit á øll um at keypa sær atgongumerki í góðari tíð.

Hava tit ikki førleikar til at keypa atgongumerki á netinum, viðmæla vit tykkum at fáa onkran at hjálpa við hesum.

Atgongumerkjasølan byrjar kl 18 í kvøld fríggjadagin 24 juni og keypast kann HER.