AVSPÆL
14. jun 2022
Regin Sivertsen

Trektu Bodø/Glimt í Champions League lutakastinum

Í dag hevur lutakast verið til 1. umfar í Champions League. Mótstøðuliðið fekk nógv góð úrslit í seinastu Conference League kappingini

Stórur spenningur var í dag, tá ið lutakastið til fyrsta umfar í Champions League var á skránni. Nógv kend lið vóru í pottinum, harímillum Bodø/Glimt, sum var meistari í Norra í 2020 og 2021 - og sum veruliga gjørdi vart við seg til nýggju Conference League kappingina, har teir m.a knógvaðu José Mourinho og hansara Roma. 

Vit trektu, sum kunnugt, Bodø/Glimt. Fyrri dysturin verður spældur í Noregi 6. juli, og seinni dysturin heima eina viku eftir.  

Mikkjal Thomassen sigur við ki.fo, at hann hevur hollan kunnleika til Bodø. Sjálvur hevur Mikkjal vitjað í Bodø/Glimt í fótbóltsørindum og kennir væl venjaran, Kjetil Knutsen.

Eftir lutakastið, segði Kjetil Knutsen, venjari hjá Bodø/Glimt, við teirra heimasíðu, at dysturin ikki verður so nemmur sum teirra fjepparar vænta, tí KÍ veruliga hevur bitið frá sær seinastu árini. Sí grein á heimasíðuni hjá Bodø/Glimt her.

Vit gleða okkum ómetaliga nógv til uppgávuna, har vit møta einum sterkum skandinaviskum liði.