AVSPÆL
25. mai 2022
Súni Clementsen

Heini tekur enn eitt tørn!

Landsliðsmiðverjin, Heini Vatnsdal, hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við KÍ.

Heini hevur, saman við Odmari, myndað KÍ miðverjuna seinastu árini og er avgerðandi fyri sterka verjuspæli, sum KÍ vísir á vøllinum.

30 ára gamli landsliðsleikarin hevur 51 dystir og 6 mál á baki í kongabláa búnanum.

Sáttmálin er galdandi til og við 2024.

Vit ynskja Heina framhaldandi bestu eydnu í KÍ.