AVSPÆL
16. mar 2022
Rói Clementsen

Dmytro og Sabala eru klárir til dyst

Herfyri skirvaði KÍ undir við tveir nýggjar leikarar.

Tað eru 25 ára gamli verjuleikarin Dmytro Lytvyn og 27 ára gamli áleyparin Valerijs Sabala.

Hesir koma úr Letlandi og Ukreina og tískil skulu teir hava arbeiðsloyvið í Føroyum áðrenn teir kunnu spæla dyst. Hettar er nú avgreitt og tí kunnu vit vænta at síggja teir til dyst longu leygardagin kl. 16.00 við Margáir tá KÍ vitjar EB/Streym.