AVSPÆL
11. feb 2022
Rói Clementsen

KÍ eru vit - ein sending um føroyameistararnar 2021

Kappingarárið 2021 vann fremsta mansliðið hjá KÍ føroyameistaraheitið í stórum stíli. Við 72 stigum og 99 málum og eftir eitt sannførandi avrik kundi liðskiparin lyfta FM-steypið upp í loft í Gøtu tann 30. oktober. Eitt filmslið fylgdi liðnum gjøgnum árið, og úrslitið er sendingin, KÍ eru vit, sum vísir søguliga góða kappingarárið hjá KÍ.

Sendingin, sum er samstarv millum RACLIP, Bláu Bylgjuna og Televarpið, er ein tíma long,
og har eru fleiri av hæddarpunktunum við.

Nevnast kunnu dysturin millum KÍ-HB í Klaksvík, sum endaði við, at Árni Frederiksberg
javnaði til 2-2 við frísparki í síðstu løtu, fyrsti altjóða dysturin í Klaksvík, sum tó endaði við
tapi og dysturin 16. oktober, tá KÍ endaliga staðfesti sítt meistaraheitið 2021. Hyggjarin
sleppur við í skiftingarrúmið, og ein túr heim til spælarar, sum fyrireika seg til dyst og so seta
spælarar og venjari orð á bæði góðar og minni góðar løtur í kappingarárinum.

Mikkjal K. Thomassen og KÍ longdu sáttmálan á sumri í fjør fram til 2025, men í grundini
mundu partarnir farið hvør til sítt.

Í 2021 skoraði KÍ tilsamans 105 mál, 99 í landskappingi, eitt í steypakappingini og fimm í
Conference League. Øll málini eru við í sendingini, sum Solby Christiansdóttir, journalistur,
hevur lagt til rættis. RACLIP hevur staðið fyri framleiðsluni.

Sí Trailar HER.