AVSPÆL
08. des 2021
Rói Clementsen

Mikkjal ársins venjari 2021

Venjarafelagið velur hvørt ár ársins venjara.

Venjarafelagið grundar sína avgerð soleiðis:

Venjarafelag Føroya hevur nú kunngjørt, hvør ársins venjari 2021, kosin av limunum, er. Valið fall á Mikkjal K. Thomassen úr KÍ og tað var eitt sera greitt val. Mikkjal fekk ikki færri enn 60 prosent av atkvøðunum; næstur honum var Jóhan Petur Poulsen, venjari hjá Víkingi, sum fekk 30 prosent.

Mikkjal hevur í ár staðið á odda fyri einum sera stinnum KÍ liði, sum á vegnum til meistaraheitið hevur sett fleiri met, t.d. við at skora heili 99 mál og liðið tapti bara ein dyst í bestu deildini hjá monnum. Hetta er aðru ferð, at Mikkjal vinnur henda heiðurin, tí í 2011 vann hann saman við John Petersen, tá teir saman stjórnaðu B36.

Onnur ár hevur Mikkjal eisini verið nær við. Í 2019 gjørdist hann ov stuttur, tá Jákup á Borg fór við heiðrinum. Tað vísir seg ofta, at FM vinnarin verður ársins venjari. Tó tað ikki altíð soleiðis, tí bæði í 2012 og 2013, var tað venjarin, sum vann silvur, ið varð valdur sum ársins venjari. Í báðum førum var talan um venjara hjá ÍF.

Venjarafelag Føroya ynskir Mikkjal Thomassen hjartaliga til lukku við flotta og sera væl uppiborna heiðrinum!