AVSPÆL
17. sep 2021
Rói Clementsen

U17 dreingir eru steypavinnarar

Í dag var steypafinala ímillum U17 Víking og KÍ dreingir.

KÍ vann dystin 5-1 við málum frá Dávid Andreasen, Jákup Vilhelmsen, Silas Gaard og tveimum frá Jóhan Josephsen.

Hettar er fyrsta steypi sum Jens Wedeborg hevur vunnið við KÍ akademinum.

Vit ynskja hesum ungu dreingunum hjártaliga tillukku og vóna at síggja nógvar av teimum í KÍ framyvir.