AVSPÆL
14. sep 2021
Rói Clementsen

Deni leingir sáttmálan!

28 ára gamli serbin, Deni Pavlovic, hevur longt sáttmálan við KÍ fram til og við kappingarárið 2023.

Deni kom til KÍ undan kappingarbyrjan í 2018 og hevur higartil leikt 97 dystir fyri KÍ og skorað 13 mál.

Vit ynskja Deni framhaldandi bestu eydnu í KÍ!