AVSPÆL
03. feb 2021

KÍ í uppskoti til ársins ítróttarfelagskap 2020

Stóra arbeiðið í sambondum og ítróttafeløgum verður heiðrað, tá Ítróttafelagsskapurin 2020 verður kosin á Ítróttafagnaðinum um slakar tvær vikur. sigur ÍSF.

KÍ, Hondbóltssamband Føroya og Kurvabóltssamband Føroya eru í uppskoti til virðislønina Ítróttafelagsskapurin 2020, sum verður latin á Ítróttafagnaðinum 13. februar.

Soleiðis skrivar ÍSF um KÍ:

KÍ hevur seinastu árini flutt sítt lið í bestu mansdeildini frá at vera eitt miðallið – enntá eftir ein túr niðri í næstbestu deildini – til at vera eitt afturvendandi topplið. Harumframt hava KÍ-kvinnurnar, sum hava verið nærum einaráðandi í føroyskum fótbólti í nógv ár, verið við til at lyft støðið á føroyskum kvinnufótbólti. Professionalisma eyðkennir felagið, bæði tá talan er um venjarar, leikarar og umstøðurnar í felagnum sum heild.

- Vit eru sera glað og errin av at vera í uppskoti til ein slíkan heiður sigur Tummas Lervig

Ítróttafagnaðurin verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 13. februar kl. 19.30.