AVSPÆL
28. jan 2021

Lata 1,5 mió. til akademiið

Betri deildin hjá monnum letur 1,5 mió til akademiið, sum KÍ júst hevur sett á stovn.

Tað vóru teir tríggir lokalu leikararnir, Jóannes K. Danielsen, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð, sum handaðu Glenn Ståhl, akademistjóra ein kekk upp á 1.500.000 kr.

Teir umboða lokalu leikararnar, sum eru uppaldir í felagnum, og sum saman við øllum hinum liðfeløgunum hava verið úti í Europa og vunnið felagnum stórar peningaupphæddir. Ein part av hesum pengunum vilja teir stuðla nýggja akademinum við, soleiðis at ungar gentur og dreingir í Klaksvík kunnu fáa enn betri fortreytir fyri at gerast góðir fótbóltsleikarar.

KÍ fjepparafelagið í Havn letur 75.000 kr.

Klaksvíkar Ítróttarfelag eigur nakrar góðar vinir í Tórshavn. Hettar eru fjepparar, búsitandi í suðurstreymoy, sum hava stovnað eitt fjepparafelag, har tey savnast um KÍ. Fjepparafelagið stuðlar nýggja akademinum við 75.000 kr. og tað eru vit so hjartaliga takksom fyri.

Kl. 11 í dag hevur KÍ tíðindafund fyri miðlunum, har greitt verður frá verkætlanini.