AVSPÆL
14. jan 2021

Aðalfundur hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag

Ársaðalfundurin 2021 hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag verður á loftinum mánadagin tann 1. februar kl 19:30.

 

Skrá samb. lóg felagsins.

  • Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
  • Áseting av gildugum atkvøðum, samb. stk. 4.
  • Ársfrágreiðing frá formanni.
  • Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  • Ásetan av árligum lima- og leikaragjaldi, og møguliga avsláttarskipan til leikaragjaldið.
  • Innkomin mál.
  • Valevni til formann, næstformann ella nevndarlim hava rætt til 5 minuttir hvør at bera fram valrøðu.
  • Val av nevnd.
  • Val av grannskoðara.
  • Ymiskt.

Allir limir í Klaksvíkar Ítróttarfelag eru hjartaliga vælkomin. Hettar eru tey ið hava goldið limagjald annahvørt sum hvílandi limur ella leikaragjald.

Nýggir limir kunnu tilmelda seg á staðnum og gjaldast skal kontant ella við gjaldskorti. Gjaldi fyri hvílandi limir er 400 kr. árliga.