AVSPÆL
08. des 2020

Nýggjur KÍ nethandil

KÍ hevur í dag latið nýggjan nethandil upp fyri fyrstu ferð.

Vit vilja gera tað møguligt hjá øllum KÍ fjepparum at ogna sær ymiskar KÍ lutir - lætt og einfalt. Tí hava vit gjørt av at gera ein nethandil til endamálið. Umframt fjepparalutir, verður eisini møguligt at keypa leikarablusur og venjingarklæðir í nethandlinum.

Allir pakkar verða sendir við Posta, og tað er ókeypis, um ein keypir fyri yvir 995 kr. Um ein heldur vil heinta pakkan, kann tað gerast í Telebúðini í Klaksvík, eftir at bílegging er framd í nethandlinum.

Leikarablusurnar 2021 koma ikki út fyrr enn í februar 2021, og tí er ikki møguligt at geva eina blusu í jólagávu. Tó hava vit gjørt av at gera eitt flott gávubræv til eina 2021 KÍ leikarablusu við prenti eftir egnum ynski. Hvørt gávubræv verður prentað á tjúkt A4 pappír við eini serligari heilsan frá Mikkjali Thomassen, høvuðsvenjara. Ein uppløgd KÍ jólagáva.

Nethandilin er ein partur av nýggju heimasíðuloysnini, sum vit hava arbeitt við í nærum eitt ár. Tíverri er høvuðsheimasíðan ikki klár enn, men tað verður hon til kappingarbyrjan 2021, sigur Rói Clementsen, marknaðarsamskipari hjá KÍ.

Vónandi verður nýggi nethandilin væl móttikin. Vitja nethandilin her!