AVSPÆL
01. nov 2020

U15 dreingir í finaluni

Dysturin var leiktur á Argjum ídag kl 15:00

Seinna hálvfinalan hetta vikuskiftið hjá KÍ var leikt á Argjum ídag kl 15:00. Heilt fitt av fólkið var komið til dystin. Og hóast Betri menn umfar var samstundis, var gleðiligt at síggja so nógvar áskoðarar.
Dysturin byrjaði just sum slíkir steypadystir eru, við nakað av fjáltri og ikki serliga gott fótbóltspæl tað sum merkti fyrstu løtuna. AB hevði greiða ætlan um at fáa spælt langar bóltar aftur um verjuna hjá okkum. Og har høvdu teir ein stóran sterkan og skjótan áleypara, sum var ein stór hóttan fyrstu løtuna. Og um illa bar til, kundi AB fingið 1 og 2 mál heilt tíðliga í dystinum. Men hendan skelk komið okkara dreingir yvir skjótt, og byrjaðu at taka dystin til sín og seta seg á spælið. U15 liðið hjá KÍ hevur nakrar framúr góðar og raskar dreingir, og ein av hesum er áleyparin Jóhan Josephsen. Hann fekk ein heilt serliga leiklut, og veruliga sett AB verjuna uppá yvirarbeiði. Og tá dómarin hevði briksla fyri síðstu ferð hevði Jóhan skoti 5 mál. og tá høvdu Eli Hansen og Hanus Jógvansson eisini gjørt hvør sítt. Eitt sera gott avrik, við nógvum góðum spælið. Í finaluni verður tað FM vinnarnir úr B36 sum í gjár leiku seg í finaluna við at vinna 2-1 á 07 Vestur. Nær finalan verður, er ikki avgjørt enn. Men møguliga longu komandi fríggjakvøldið.
Teir í mannaðu Kí liðið ídag vóru, Jónas á Hædd, Eli Hansen, Rói E. Poulsen, Sølvi Johannesen, Óli Sirdal, Johannes Rasmussen, Dávur Heinesen, Benjamin Norðoy Vilhelmsen, Aron Arnholdsson, Jóhan Josepsen, Archibald O. Black, Erland Jacobsen, Tórður Sirdal, Hanus Jógvansson, Jónas Sólsker, og Sonhard Ziskason.
Til lukku við finalu plássinum. Koyr á KÍ