AVSPÆL
12. jul 2020

KÍ hevur gjørt sáttmála við nýggjan miðvallara

Í komandi viku verður slovenin, David Skrbec, við í venjingini í besta manshópinum hjá KÍ. David, sum er verjukendur miðvallari, er 23 ár og kemur frá slovenska liðnum NK Krka, har Marko Dusak hevur spælt síðan hann fór frá KÍ fyrraárið.

Avtalan millum David Skrbec og KÍ er galdandi í ár og í 2021.