Fótbóltslógin

Avtalað spæl (Match fixing)

§ 1. Lýsing av hugtakinum
Hugtakið avtalað spæl verður nýtt um viðurskifti, tá úrslitið av einum fótbóltsdysti ella umstøðurnar í einum fótbóltsdysti (t.d. tal av hornaspark, brotsspark, fríspark ella tal av gulum ella reyðum kortum) eru avtalað frammanundan ella eru ávirkaði av øðrum áhugamálum enn ítróttarligum.

§ 2. Bann
Tað er bannað fótbóltsleikarum, leiðarum, venjarum, dómarum ella leikaraumboðsmonnum at luttaka í avtalaðum spæli.

§ 3. Fráboðanarskyldu
Teir undir § 2 nevndu persónar hava skyldu til beinanvegin at boða FSF frá, um teir fáa kunnleika til viðurskifti, ið hevur ella hevur havt sum endamál, at avtala ella ávirka úrslitið av einum fótbóltsdysti ella umstøðurnar í einum fótbóltsdysti, samsvarandi § 1. 

§ 4. Revsing
Brot á § 2 ella § 3 verða revsað sambært § 53 í lógum FSF´s.

§ 5. Gildiskoma
Hetta rundskriv er samtykt tann 9. desember 2013 av Starvsnevnd FSF´s, og fær gildi beinanvegin.


Tórshavn, 10. januar 2014.

Virgar Hvidbro
aðalskrivari, FSF


Nærri kunning frá UEFA um avtalað spæl (Match-fixing): uefa.integrityline.org

Fráboðanir, í sambandi við avtalað spæl (Match-fixing) skulu sendast til: integrity@fsf.fo

Dopingreglugerð

Anti-doping politikkur fyri Klaksvíkar ítróttarfelag
 
Doping skal skiljast sum nýtsla brúk av rúsevnum ella av einum máta, sum møguliga er heilsuskaðiligur fyri okkara leikarar, við tí fyri eyga at skunda undir teirra avrik á ein óærligan máta. 
 
Hugsjón:
Hugsjónin hjá felagnum er umvegis vitan um fyribyrging heilt at sleppa undan tilburðum av doping.
 
Yvirskipað endamál:
Klaksvíkar Ítróttarfelag vil arbeiða fyri at venjarar, hjálparfólk og leikarar gerast tilvitaðir um at nýtsla av doping er í stríð við siðalæruna hjá felagnum, ítróttini og læknavísindini.
 
Politikkur/meginregla:
Í Klaksvíkar Ítróttarfelag ætla vit at fylgja og gera brúk av bóklinginum “Anti-doping og eg”, sum ÍSF hevur givið út, og listunum yvir loyvdum (og bannaðum evnum), vitanini og politikkinum á økinum. Somuleiðis ætlar felagið at fylgja við á øðrum lógartiltøkum á økinum. Um so er, at ein limur í felagnum brýtur dopingreglugerðina, verður viðkomandi burturvístur frá felagnum í sama tíðarskeiðið sum revsingin, sum tann dopingdømdi verður tillutaður.
 
Mannagongd:
Stig verða tikin umvegis útbúgving, vitan og sosialt virksemi við tí fyri eyga at verja leikarin. Felagið ætlar at syrgja fyri, at leikarin kennir til innihaldið á www.isf.fo um fyribyrging av doping.
 
Mál:
Klaksvíkar Ítróttarfelag skal framhaldandi vera frítt fyri doping.