LEIKARA PROFILUR

Navn Páll Andrasson Klettskarð
Leikara nr. 9
Føddur Klaksvík, Føroyar - 17 Mai 1990
Feløg KÍ, Fremad Amager, FC Amager, Vanlöse IF, Víkingur
Instagram @klettskaro

Páll er uppváksin í Klaksvík, og hevur í gjøgnum øll síni barnaár leikt við KÍ. Hann er Klaksvíkingur, og hevur verið ein stórur partur av KÍ, í yvir 10 ár. Síðani 2015 hevur Páll borið liðskipara bandið um armin, og hevur leitt sínar liðfelagar til nógvar sigrar, og eitt løgmanssteyp.

Páll vildi sum blaðungur royna seg uttan fyri Føroyar, og skifti í 2007 til Fremad Amager, ið tá spældi í tribestu deildini í Danmark. Navnframi føroyski landsliðs legendan og FCK leikarin Todi Jónson keypti í 2007 meirlutan av Fremad Amager, og stovnaði liði FC Amager, sum skuldi vera teirra Pro lið.
Ætlanin var at liðið skuldi upp í Superliga, og innan 4 ár spæla úti í europa. Páll var partur av hesari ætlani, og spældi har í tvey ár, til FC Amager í 2009 for konkurs.

Eftir at FC Amager fór konkurs kom Páll heim til Føroyar, har hann spældi seinnu helvt av kappingarárinum fyri KÍ. Eftir at føroyska kappingin var av, fór hann aftur til Danmarkar. Hesaferð til Vanlöse IF, ið somuleiðis sum FC Amager, spældi í tribestu deildini.
Har spældi hann eitt kappingarár, og kom síðani aftur til Føroyar á sumri í 2010. Hesaferð var tað ikki til KÍ, men til Víkingi.

Í Víkingi spældi Páll hálvt annað ár, til hann í 2012 skifti aftur til barndómsfelagi KÍ, har hann hevur spælt síðan. Páll bleyv beinanvegin ein sera týðandi leikari fyri KÍ, og gjørdist longu sama ár toppsjkúti í føroysku deildini við 27 málum, umframt at hann gjørdist ársins ungi leikari.

Páll spældur mest sum fremsti maður.