LEIKARA PROFILUR

Navn Jóannes Bjartalíð
Leikara nr. 8
Føddur Klaksvík, Føroyar - 10 Juli 1996
Feløg
Instagram @joannesbjartalid

Jóannes Bjartalíð er klaksvíkingur, og hevur altíð leikt við KÍ. Hann byrjaði sum heilt ungur at venja við KÍ, og hevur allan vegin upp verið ein týðandi leikari.

í 2012 byrjaði ein ungur Jóannes at venja við besta hópinum. Men tað bleyv ikki til nakran dyst fyrr enn Eyðun Klakstein tók hann á liðið í einum steypadysti ímótir 07 Vestur í 2014.
Tó bleyv tað ikki til nakað fast spæl fyrr enn Mikkjal Thomasen kom til sum venjari í KÍ í 2015. Tá fekk Jóannes sín fyrsta dyst í Betri Deildini, og hevur verið fastur maður síðan.

Longu í 2015 bleyv Jóannes valdur sum ársins stjørnuskot í føroyskum fótbólti. Men tað var bara byrjanin, tí 2016 tók hann øll á bóli, og leikti eitt tað besta fótbólts spælið vit hava sæð í longri tíð.
Í fyrru helvt av kappingarárinum 2016, skoraði Jóannes 19 mál í 20 dystum. Hettar árið var hann aftur valdur til ársins stjørnuskot í Føroyskum fótbólti.